Uppskot: Skulu tosa føroyskt í rættinum

Uppskot: Skulu tosa føroyskt í rættinum
Tjóðveldi sigur, at tað er sjálvsagt, at føroyskt skal vera rættarmál
Uppskot er komið í tingið, um at føroyskt skal vera rættarmál
 
07.02.2020 - 14:44

Tjóðveldi hevur skotið upp at heita á landsstýrið um at leggja lógarupskot fyri tingið, sum tryggjar, at føroyskt verður rættarmál burturav.

Tjóðveldi sigur, at tað er sjálvsagt, at føroyskt skal vera rættarmál. 

Fólk, sum koma í rættarskipanina, eru kanska í veikastu støðu nakrantíð, og at skula tosa eitt annað mál, kann gera støðuna enn verri.

Tulka til danskt

Tjóðveldi heldur, at tað átti at verið soleiðis, at starvsfólk í rættinum hevði møguleika at brúka tulk eftir tørvi at tulka føroyskt til danskt.

Tað hevur eisini týdning fyri menningina av einum føroyskum løgfrøðimáli, at føroyskt er rættarmál.

At alt skrivligt samskifti verður á føroyskum, kann stuðla undir, at vit eru farin at bjóða løgfrøðilestur á Fróðskaparsetrinum, sigur Tjóðveldi í viðmerkingum til uppskotið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659