Tvey uppskot um somu lívrentu til kvinnur og menn

Tvey uppskot um somu lívrentu til kvinnur og menn
Javnaðarflokkurin hevur gjørt uppskot um lógarbroyting
Kvinnur fáa minni í lívrentu, tí tær liva longur enn menn
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.02.2020 - 10:36

Nú eru tvey uppskot í løgtinginum um menn, kvinnur og lívrentu.

Framsókn hevur biðið løgtingið heita á landsstýrið um at fáa lógina broytta, men Javnaðarflokkurin fer longri, og hevur sjálvur uppskot um lógarbroyting.

Endamálið er tað sama, at kvinnur og menn fáa somu lívrentu.

Kvinnur fáa 13 prosent minni

Sum er fáa kvinnur 13 prosent minni enn menn, tí tær liva longur.

Uppskotið til samtyktar hjá Framsókn hevur havt fyrstu viðgerð í tinginum, og er nú í Vinnunevndini.

Uppskotið um lógarbroyting hjá Javnaðarflokkinum varð lagt fram í gjár.  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234