Løgmaður: Vit hava tamarhald á støðuni

Løgmaður: Vit hava tamarhald á støðuni
Løgmaður hevur kallað landsstýrið saman á fund at viðgera coronatilbúgvingina í kvøld. Men átøkini verða ikki kunngjørd fyrr enn í morgin
Løgmaður fer at boða frá nýggjum tiltøkum kl. 9 í morgin
 
11.03.2020 - 21:44

– Støðan er ógvuslig allastaðni kring okkum. Men tíbetur hava vit enn tamarhald á støðuni. Tó kann støðan skjótt broytast, og tí fara vit at koma við nýggjum átøkum, ið verða kunngjørd á tíðindafundi í morgin klokkan 9, sigur løgmaður.

Landsstýrið fer nú at viðgera støðuna og átøkini, sum fara at vera kunngjørd og sett í verk.

– Føroya fólk hevur sum heild ansað sera væl eftir sær sjálvum og hvørjum ørðum. Hetta er besta verjan ímóti smittuni, og tí skulu vit halda fram við hesum.

– TIltøkini í Danmark eru rættiliga ógvuslig, men eg fari at heita á fólk, um at bera seg sinniliga at og bíða eftir boðum, sum koma á tíðindafundinum í morgin klokkan 9, sigur løgmaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334