Níggju føroyingar eru nú smittaðir

bannari
Níggju føroyingar eru nú smittaðir
100 føroyingar vórðu kannaðir fyri COVID-19 smittuna í gjár, og í morgun upplýsir landslæknin, at seks av teimum eru smittaðir
Seks av 100 føroyingum, sum vórðu kannaðir í gjár, eru smittaðir við covid-19
Mynd: Bjarni Á. Rubeksen  
 
14.03.2020 - 08:41

Úrslitið av teimum í alt 100 kanningunum, sum vórðu gjørdar í gjár, vísir, at seks føroyingar afturat hava fingið staðfest coruna-virusið.

Tað upplýsir Lars Fodgaard Møller, landslækni, í morgun. Tað merkir, at nú eru níggju føroyingar í alt smittaðir.

Landslæknin er farin í gongd við at kanna nærri, hvørjir persónar smittaðu føroyingarnir hava verið í sambandi við. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717