Eingi pláss á intensiv deildum um eina viku

Eingi pláss á intensiv deildum um eina viku
Um illa vil til, eru eingi seingjarpláss eftir á intensiv deildum á sjúkrahúsum í Svøríki um eina viku, skrivar svenskt blað
Higartil eru 239 fók deyð av COVID-19 í Svøríki, 148 teirra í Stockhólm
 
02.04.2020 - 08:19

Tað er komið fram í einum notati frá Region Stockholm, sum svenska Aftonbladet hevur fingið innlit í, sambært sjónvarpsstøðini TV2.

Í notatinum, sum er dagfest 27. mars, stendur millum annað, at heilsustarvsfólk skulu hava upplæring í, at røkta doyggjandi fólk í teirra egna heimi.

Hildið verður, at talið á røktarsjúklingum í Svøríki, fer at vera í hæddini 29. apríl, og longu um seks dagar er einki seingjarpláss á intensivum deildum eftir, ljóðar nú.

Ikki nóg mikið av verndarútgerð

Tað hava eisini verið fleiri fráboðanir um starvsfólk í heilsuverkinum, sum eru smittað við COVID-19.

Í hesum sambandi hava starvsfólkini á sjúkrahúsum í Stockholm hartað myndugleikarnir fyri, at tað ikki er nóg mikið av verndarútgerð til teirra.

Í Svøríki eru dagstovnar, kirkjur, frisørar, venjingarmiðstøðir, kaffistovur og skúlar framvegis opin. Higartil eru 239 fók deyð av COVID-19 í Svøríki, 148 teirra í Stockhólm.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026