- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hol í hjálparpakkum
Hol í hjálparpakkum
Hjálparpakkarnir hjá landsstýrinum eru gjørdir í skundi og eisini skundaðir gjøgnum løgtingið. Tí er vandi fyri holum og ósæddum avleiðingum

Løgtingið skundar hjálparpakkar ígjøgnum.
12.04.2020 - 14:07
Hjálparpakkarnir hjá landsstýrinum eru gjørdir í skundi og eisini skundaðir gjøgnum løgtingið.
Tí er vandi fyri holum og ósæddum avleiðingum.
Hetta gjørdi Vinnunevndin vart við, tá hon skrivaði álit um uppskotið um at broyta freistir í lógunum um vinnufeløg og roknskapir.
Nevndin skrivar, at harumframt varð uppskotið ikki sent til hoyringar, áðrenn tað varð latið løgtinginum.
Tí verður álit sett á landsstýrismannin um gjølla at eftirmeta hesar og aðrar lógarbroytingar í sambandi við hjálparpakka tvey og sum skjótast at koma í løgtingið við broytingum, skuldi tað víst seg, at lógirnar hava hol og ósæddar óhepnar fylgjur.
Hol er tipt
Millum annað var eitt hol í fyrsta hjálparpakkanum, og tað er nú tipt.
Lógin forðaði ikki fyri, at fólk kundu fáa 40.000 krónur frá Als, 20.000 krónur í lønarískoyti og 20.000 krónur sum sjálvstøðugt vinnurekandi.
Als fekk millum annað umsókn um fullan stuðul frá sjálvstøðugum vinnurekandi, sum upplýsti, at vinnuvirksemið er høvuðsvinna hansara.
Inntøkan seinastu 12 mánaðirnar var 13.500 krónur.
Við teimum reglum, sum vóru galdandi, hevði viðkomandi rætt til 20.000 krónur um mánaðin sum lønarískoyti.
Inntøkan var tí 17 ferðir hægri enn áður.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























