Breddin: Skeinkistøð, hjálparpakki 3 og USA

Breddin: Skeinkistøð, hjálparpakki 3 og USA
Trý evni eru í Breddanum í dag
Fleiri skeinkistøð hava longur opið, enn almennu tilmælini siga
 
02.06.2020 - 13:43

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, boðaði fríggjadagin frá, at landsstýrið fer at útvega løgregluni heimild til at steingja dansi- og skeinkistøð, sum ikki halda tilmælini um at lata aftur klokkan 22.

Tað verður gjørt, tí fleiri dansi- og skeinkistøð hava longur opið, enn mælt verður til.

Sostatt víkir landsstýrið frá leistinum, um at hava álit á føroyingum, til at brúka tvingsil.

Vit viðgera málið við løgmann, politistafelagið og ein eigara av einum dansistaði í høvuðsstaðnum.

Ófriður í USA

25. mai doyði afro-amerikanski George Floyd, eftir at Derek Chauvin, ein hvítur løgreglumaður, í 8 minuttir og 42 sekund helt honum niðri á vegnum við at seta knæið í nakkan.

Tá ein upptøka av handtøkuni endaði á netinum, elvdi tað til stórar mótmælisgongur og ófrið um alt USA.

Men hvat er orsøkin til, at rasuófriður ferð eftir ferð kyknar í amerikanska samfelagnum?

Vit tosa millum annað við Jørn Brøndal, professara í amerikanskum viðurskiftum og leiðara fyri amerikanske studier á Syddansk Universitet.

Hjálparpakkin

Hjálparpakki 3 varð kunngjørdur í síðstu viku, men røkkur hann til at lofta einari vinnu í kreppu?

Vit viðgera spurningin saman við politikarum, sum koma í útvarpsstovuna at kjakast um málið.

Breddin í útvarpinum klokkan 17.05.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595