- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nettoognin uttanlands var góðar 10 milliardir í fjør
Nettoognin uttanlands var góðar 10 milliardir í fjør
Ognir uttanlands eru vaksnar góðar 2,3 milliardir krónur, men uttanlandsskuldin er minkað góðar tríggjar milliardir

Nettoognin uttanlands vaks meira enn 5,4 milliardir krónur í 2025.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
14.10.2026 - 10:05
Føroyska nettoognin uttanlands var góðar 10 milliardir krónur í 2025.
Ognir uttanlands eru vaksnar góðar 2,3 milliardir krónur, men uttanlandsskuldin er minkað góðar 3,1 milliard krónur.
Nettoognin uttanlands vaks meira enn 5,4 milliardir krónur í 2025, skrivar Hagstovan.
Uttanlandaskuldin minkaði 3,1 milliard, niður í 39,6 milliardir.
Meira enn helvtin av ogn føroyinga uttanlands er í virðisbrøvum. Tó stavar vøksturin frá størri beinleiðis íløgum.
Allir geirar hava økt um nettoognina.
Nettoognin er munurin millum ogn og skuld.
Nærum helvtin av uttanlandsskuldini stavar frá íløgum hjá útlendingum í føroysk partabrøv.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























