Umsitingin ivast í uppskoti um upplatingartíðir

bannari
Umsitingin ivast í uppskoti um upplatingartíðir
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur skotið upp at broyta lógina um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi
Reglurnar hoyra nátúrliga heima í epidemilógini, sum er danskt málsøki, sigur løgtingsfyrisitingin
 
10.06.2020 - 16:33

Eitt uppskot um broyting í løgtingslógini um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi er í dag komið í Løgtingið, har Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður við vinnumálum, skjýtur upp at skoyta soljóðandi orðing upp í lógina: 

"Fyri at forða fyri smittuspjaðing, kann landsstýrismaðurin fyribils og í avmarkað tíðarskeið avmarka vanligu upplatingartíðirnar og afturlatingartíðirnar, eins og landsstýrismaðurin kann áseta mest loyvda tal av gestum."

Við øðrum orðum vil landsstýrismaðurin hava eina lógarheimild til at gera av, hvussu leingi til dømis skeinkistøð kunnu hava opið.

Men tað er ivasamt, um Løgtingið yvirhøvur hevur heimild at broyta hesa lógina.

Umsitingin ivast

Løgtingsumsitingin hevur nevniliga gjørt vart við, at ætlanin við hesum lógaruppskotinum er at fremja broytingar og harvið áseta reglur, sum nátúrliga vildu verið reguleraðar í Epidemilógini, sum er danskt málsøki. Tað er tí rættiliga ivasamt, um Løgtingið hevur lóggávuheimild á økinum.

"Um hetta lógaruppskotið verður samtykt, kann spurningur setast við, um Løgtingið í roynd og veru hevur framt eina lutvísa yvirtøku av økinum "Heilsumál", ella um Løgtingið ger seg inn á lóggávuheimildina hjá donskum myndugleikum", sigur Løgtingsumsitingin í skrivi til Umhvørvis- og vinnumálaráðið.

Uppskotið frá Vinnumálaráðnum hevur ongar ásetingar um revsing, men víst verður til grein 23, stk. 2 nr. 2 í matstovulógini, har tað stendur, at: "við sekt ella fongsli upp í 4 mánaðir verður revsaður tann, sum ikki lýðir boð ella forboð, givin eftir løgtingslógini ella eftir reglum, givnar við heimild í løgtingslógini."

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650