Vil leingja koronaskipanina hjá ALS

Vil leingja koronaskipanina hjá ALS
Líkt er til, at koronaskipanin hjá ALS verður longd til 31. august
 
13.06.2020 - 10:31

Uppskot um at geva landsstýrismanninum heimild í kunngerð at leingja tíðaravmarkaðu  COVID-19 stuðulsskipanina í ALS er lagt fyri tingið.

Skipanin skuldi annars fara úr gildi 30. juni. Nýggja uppskotið hjá Helga Abrahamsen sigur, at skipanin skal leingjast, fyribils til 31. august.

Í uppskotinum stendur, at tað kann serliga koma upp á at tal at gagnnýta hesa heimildina, um tað móti endanum av juni mánaði framhaldandi er eitt stórt tal av fólki í lønarískoytisskipanini.

Har eru fyritøkur, kanska serliga í ferðavinnuni, hvørs virksemi framhaldandi ikki er komið uppaftur í ferð, hóast samfelagið sum heild er farið aftur til verka, og at Føroyar frá 15. juni lata upp fyri ferðafólki úr ávísum londum.

Tá ið tørvurin á stuðli var størstur, var talið av fólki, sum fingu lønarískoyti úr ALS-grunninum, oman fyri 4.300 fólk. Seinastu vikurnar hevur hetta talið verið støðugt lækkandi. 

11. juni 2020 eru 1.799 persónar í lønarískoytisskipanini hjá ALS

Uppskotið er á skrá í løgtinginum mánadagin.

Leingingin av skipanini er treytað av, at stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina tekur undir við, at skipanin verður longd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087