Breddin: Verjugarðurin og stríðið um ALS

Breddin: Verjugarðurin og stríðið um ALS
Tvey evni eru í Breddanum í dag
Landamørkini hava latið upp, men hvussu við verjugarðinum um tey eldru? Evnið verður viðgjørt í Breddanum í dag
 
16.06.2020 - 11:56

- Tað er sera týdningarmikið, at ein verjugarður verður gjørdur um okkara sjúku, eldru og veiku borgarar, ið eru millum tey sárbærastu, tá ið ræður um COVID-19.

Tað var boðskapurin hjá landsstýrinum, tá nýggjar leiðreglur fyri ferðandi vórðu kunngjørdar í farnu viku.

Í boðskapinum verður ásannað, at tað økir um smittuvandan, nú landamørkini verða latin upp, og tí er neyðugt at verja tey veikastu.

Men nú landamørkini eru latin upp, spyrja kommunurnar, hvat er vorðið av verjugarðinum.

Stríðið um ALS

Undir orðaskiftinum á tingi í gjár um at geva landsstýrismanninum í vinnumálum heimild at leingja fyribils lønarískoytisskipanina hjá ALS, bendi nógv á, at undirtøka er í tinginum fyri hesi heimild, hóast bæði ALS-stýrið og landsstýrismaðurin eru ímóti.

Tí verður spurningurin aktuellur, hvør hevur ræðið á ALS-grunninum,  ALS-stýrið ella landsstýrið?

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, og tingfólk koma í útvarpsstovuna at kjakast um málið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373