65.000 tons av svartkjafti eftir at fiska

65.000 tons av svartkjafti eftir at fiska
Nøkur skip royna kortini fravegis eftir svartkjafti, og í fyrradagin vóru 8 skip á svartkjaftaveiðu, upplýsir Fiskiveiðueftirlitið.
 
20.06.2020 - 15:50

Vertíðin eftir svartkjafti er við at vera av á hesum sinni, nøkur skip eru givin, og eru farin at rigga til at fara á makrelveiðu í august.

Nøkur skip royna kortini fravegis eftir svartkjafti, og í fyrradagin vóru 8 skip á svartkjaftaveiðu, upplýsir Fiskiveiðueftirlitið.

Føroyska kvotan av svartkjafti er 315.000 tons í ár, og av teimum eru 250.000 tons fiskað.

Skipini hava havt loyvi at landa uttanlands, og higartil eru góð 75.000 tons seld uttanlands, í Íslandi, Noreg, Danmark og í Írlandi.

Havsbrún hevur tikið ímóti 143.000 tonsum, og skip sum virka og pakka fiskin umborð, hava landað góð 31.000 tons.

Sostatt eru 65.000 tons av svartkjafti eftir at fiska, upplýsir Fiskiveiðueftirlitið.

Tað er ikki óvanligt, at skip goyma kvotu av svartkjafti, og so fiska svartkjaftin seinni í ár, í november ella desember, tá svartkjafturin fer suðureftir aftur. Tá er hann betri fyri enn hann er nú.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815