Hægstirættur: Skulu ikki gjalda endurgjald

Hægstirættur: Skulu ikki gjalda endurgjald
Hægstirættur hevur staðfest avgerðina hjá Eystari landsrætti um tað eina lánið, men broytt avgerðina hjá Landsrættinum um hitt lánið
 
22.06.2020 - 11:29

Fýra menn, sum vóru í leiðsluni hjá Eik Bank Danmark, skulu ikki gjalda Fíggjarligum støðufesti 28,6 milliónir krónur í endurgjaldi.

Tað hevur Hægstirættur avgjørt í dag.

Hægstirættur sigur, at leiðslan, stjórn og nevnd, í Eik Bank Danmark er ikki endurgjaldsskyldug í samband við tvey lán hjá bankanum.

Hægstirættur hevur tí staðfest avgerðina hjá Eystari landsrætti um tað eina lánið, men broytt avgerðina hjá Landsrættinum um hitt lánið.

Eystari landsrættur álegði fýra í leiðsluni at gjalda Fíggjarligum støðufesti 28,6 milliónir krónur í endurgjaldi. 

Men teir fýra hava ikki endurgjaldsskyldu, sigur Hægstirættur, og skulu tí einki gjalda.

Meira enn 15 mió. kr. í sakarmálskostnaði

Tað kostaði Fíggjarligum støðufesti góðar 15 milliónir og 225.000 krónur í sakarmálskostnaði hjá teimum seks monnunum, sum vóru í stjórn og nevnd hjá Eik Bank Danmark.

Hægstirættur sigur eisini, at í egnum sakarmálskostnaði í Eystari landsrætti skal Fíggjarligt støðufesti gjalda 2,5 milliónir krónur afturat tí, sum higartil er goldið.

Sakarkravið hjá Fíggjarligum støðufesti var 250 mió. kr., men Eystari landsrættur lækkaði tað niður í 28,6 milliónir.

Fíggjarligt støðufesti helt tó fast við tær 250 milliónirnar í Hægstarætti.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120