Løgtingið kann ikki broyta lógina

Løgtingið kann ikki broyta lógina
Føroyingar gera ikki sjálvir av, nær skeinkistøð eru opin, um endamálið er at forða fyri smittuspjaðing
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.06.2020 - 07:33

Heilsu- og Eldramálaráðið í Danmark hevur boðað Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum frá, at løgtingið kann ikki broyta matvørulógina soleiðis, at landsstýrismaðurin í vinnumálum kann avgera, nær skeinkistøðini lata upp og aftur,og hvussu nógv fólk eru inni í senn.

Tí málsøkið smittuspjaðing er danskt. Danska stjórnin er tí samd við Lógartænastuna hjá Løgmansskrivstovuni, sum sigur, at heimildin er ikki í Føroyum.

At forða fyri smittuspjaðing í Føroyum er danskt málsøki. Men danska stjórnin sigur seg gjarna vilja hjálpa landsstýrinum, um ætlanin er at dagføra lógina, sum er galdandi fyri Føroyar, um smittandi sjúkur.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541