Fólkini hava virkið virus

bannari
Fólkini hava virkið virus
Tey trý ferðafólkini, sum komu til Føroya leygardagin, hava virkið virus, vísa nýggjar kanningar
 
20.07.2020 - 11:19

Tey trý fólkini, sum fingu koronusmittuna staðfesta, tá tey komu til Føroya við flogfari leygardagin, hava virkið COVID-19 virus, vísa nýggjar kanningar, sum eru gjørdar.

Fólkini eru avbyrgd og skulu vera í sóttarhaldi í 14 dagar. Tey eru í einum húsum, sum tey høvdu leigað í Føroyum. Fólkini eru útlendsk ferðafólk og í familju hvørt við annað.

Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur, at tey trý hava, sum skilst, ikki smittað onnur í flogfarinum, tey komu við.

 >> SÍ EISINI Tríggir nýggir tilburðir

Tey, sum sótu í tveimum røðum framman fyri og tveimum røðum aftan fyri tey smittaðu og í tveimum røðum í hinum borðinum, skulu kannast.

Fólkini, sum hava sitið nær teimum smittaðu, fáa tilmæli um at halda seg burtur frá øðrum í 14 dagar.

Nú eru 28.927 koronukanningar gjørdar. 191 fólk eru smittað, og 188 eru vorðin frísk aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115