Nýggj politilóg krevur nýggjar kunngerðir

Nýggj politilóg krevur nýggjar kunngerðir
Fýra uppskot um kunngerðir eru gjørd og send til hoyringar
Nýggja politilógin kemur í staðin fyri lógina, sum hevur verið í gildi síðani 1894
 
03.09.2020 - 08:49

Nú nýggj politilóg kemur í gildi á nýggjárinum er eisini brúk fyri nýggjum kunngerðum.

Fýra uppskot um kunngerðir eru gjørd og send til hoyringar.

Tað eina uppskotið er um nýggja politiviðtøku fyri allar kommunur, og eitt annað er um vald og valdstól, so sum skotvápn, stavur, gass, hundar og piparsproyt, hjá politinum. Eitt uppskot um kunngerð er um bráðhald, detentsjón, hjá rúsaðum fólki. 

Uppskotið sigur millum annað, at børn yngri enn 12 ár kunnu ikki setast í bráðhald, og serligar reglur eru um børn yngri enn 15 ár.

Dátugrunnur

Fjórða kunngerðin, sum skal lýsast, er um Politiets efterforskningsstøtte database, PED, um persónsupplýsingarnar í honum.

PED er ein dátugrunnur, sum er innanhýsis arbeiðsamboð hjá politinum. 

Ríkispolitiið hevur ábyrgdina av dátugrunninum. Bara fólk, sum hava fingið serstakt loyvi frá ríkispolitinum, hava atgongd til dátugrunnin.

Hoyringarfreistin er til 30.september.

Galdandi politilóg er frá 1894. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290