Tiknir við 800.000 krónum í reiðum peningi

Tiknir við 800.000 krónum í reiðum peningi
Illgruni er um, at peningurin stavar frá narkosølu og hvítting, og málið er latið løgregluni
Menninir, sum vóru á veg av landinum, høvdu 800.000 krónur í reiðum peningi í viðførinum
 
27.10.2020 - 16:17

Tveir útlendingar, sum búgva í Føroyum, vórðu í morgun steðgaðir á flogvøllinum við 800.000 krónum í reiðum peningi í viðførinum. Tað skrivar TAKS á heimasíðuni. 

Menninir vóru á veg av landinum, tá Tolleftirlitið steðgaði teimum. Tolleftirlitið legði hald á tær umleið 800.000 krónurnar í reiðum peningi, sum menninir høvdu í viðføri.

Illgruni er um, at peningurin stavar frá narkosølu og hvítting, og málið er latið løgregluni, skrivar TAKS á heimasíðuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717