Dysturin skal spælast umaftur - um VÍF vil tað

Dysturin skal spælast umaftur - um VÍF vil tað
Aganevndin hjá Hondbóltssambandinum hevur gjørt av, at dysturin millum Neistan og VÍF skal spælast umaftur, um VÍF vil
John Larsen og VÍF standa nú við avgerðini
 
28.10.2020 - 15:40

VÍF skal gera av, um dysturin millum Neistan og VÍF, sum varð spældur 11. oktober á Hálsi, skal spælast umaftur. Tað hevur aganevndin hjá Hondbóltssambandi Føroya gjørt av.

Á pappírinum endaði dysturin við 35-35 javnleiki, men sjónbandaupptøkur staðfestu, at Neistin bert hevði skotið 34 mál í dystinum. Dómaraborðið skrásetti av órøttum eitt mál ov nógv.

Tað gjørdu vestmenningar eisini vart við undir dystinum, tá teir løgdu protest og síðan kærdu til Hondbóltssambandið.

VÍF hevur fingið til í hósdagin klokkan 15.00 at boða frá, um dysturin skal spælast umaftur ella ikki. Um vestmenningar gera av, at dysturin ikki skal spælast umaftur, fáa liðini eitt stig í part.

 - Aganevndin metir, at ein ikki kann útiloka, at gongdin í seinastu átta minuttunum av dystinum hevði verið annaðleiðis, um rætta støðan framgekk av máltalvuni, og tískil er aganevndin komin til tann úrskurð, at nýggjur dystur skal/kann spælast millum liðini, treytað av at VÍF ynskir at leika nýggjan dyst, stendur í úrskurðinum hjá aganevndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. juli
HM-finalan nærkast
211115
Sunnudag 19. juli
HM-tíðindi 19. juli 2026
211109
Sunnudag 19. juli
Tónleikur í 13 øldir (3:10)
210347
Sunnudag 19. juli
Søgan um Johnny Cash 3. partur
210681
Sunnudag 19. juli
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
211106
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096