Ógreitt um føroyskar prædikur skulu umsetast

Ógreitt um føroyskar prædikur skulu umsetast
Joy Mogensen, kirkjumálaráðharri, hevur svaraði Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni
Joy Mogensen, kirkjumálaráðharri, fyrireikar uppskot um, at allar prædikur, sum verða hildnar í Danmark, skulu umsetast til danskt
 
09.11.2020 - 09:29

Ikki er vist enn, um prædikur á føroyskum í Danmark skulu umsetast til danskt.

Uppskotið um lógina er ikki gjørt enn. 

Men við í fyrireikingunum er, at málini í ríkisfelagskapinum hava serliga støðu.

Tað sigur Joy Mogensen, kirkjumálaráðharri, í svari til Sjúrð Skaale, fólkatingsmann.

Vilja vita, hvat verður sagt

Danska stjórnin fyrireikar eitt lógaruppskot um, at allar prædikur, sum verða hildnar í Danmark, skulu umsetast til danskt.

Um hetta eisini er galdandi fyri prædikur á føroyskum, er ikki avgjørt enn, svarar ráðharrin. 

Endamálið við lógaruppskotinum er at vita, hvat sagt verður í prædikum, tá prædikað verður á øðrum málum enn donskum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809