Koppingarevni helst klárt fyrst í 2021

bannari
Koppingarevni helst klárt fyrst í 2021
Tvær heilivágsfyritøkur hava boðað frá, at tær eru um at vera lidnar við at gera seinastu royndirnar við heiliváginum
Heilivágsfyritøkan, Pfizer, er ein av heilivágsfyritøkunum, ið siga seg vera klára við koronukoppingarevni fyrst í 2021
 
12.11.2020 - 08:11

Líkt er til, at fyrst í 2021 vera fleiri koppingarevni fyri koronu tøk á marknaðinum. Og tað fer at hava við sær, at nógv fólk kunnu koppsetast.

Mánadagin boðaðu fyritøkurnar, Pfizer og BioNTech frá, at teirra royndir eru um at vera lidnar, og at royndirnar higartil eru góðar.

Granskarar kring heimin fegnast um boðini, ein av teimum er heilivágsgranskarin, Tor Kristian Andersen á universitetinum í Oslo.

Fleiri onnur feløg eisini komin langt

Tor Kristian Andersen vísir á, at fleiri onnur feløg eisini eru komin langt við at menna koppingarevnið, og koma tí helst á marknaðin við sínum heilivági um somu tíð sum Pfizer.

Pfizer hevur boðað frá, at fyritøkan seinast í hesum mánaðinum fer at biðja um góðkenning frá amerikansku heilumyndugleikunum. Samstundis eru feløgini farin undir fyrireikingar at fáa heilivágum góðkendan í Evropa.

Blaðið, The New York Times, skrivar, at nú eru 10 sløg av heilivági fyri koronu komnar somikið langt, at kanningar verða gjørdar á triðja stigi.

Tøkur í januar/februar

Tá kanningarnar hjá sjálvum fyritøkunum eru av, skulu myndugleikarnir í londunum kanna úrslitið, áðrenn loyvi verður givið at selja heilivágin.

Tí verður roknað við, at heilivágur fyri koronu verður tøkur í Evropa um mánaðarskiftið januar/februar.

Í Evropa verður mest tosað um heilivágin frá fyritøkuni, Astra Zeneca, og ábendingar eru um, at tann heilivágurin verður tøkur um somu tíð sum heilivágurin frá Pfizer, skrivar NRK.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938