Lodna funnin aftur við Ísland

Lodna funnin aftur við Ísland
Grønlendska uppsjóvarskipið Polar Amaroq, sum leitar eftir lodnu, hevur fingið lodnu norðan fyri Ísland
 
27.11.2020 - 08:12

Lodnan er stór, men avgerandi er, um hon er kynsbúgvin. Er hon tað, eru hetta stórtíðindi, sigur Birkir Bárðarson, fiskifrøðingur, við miðilin Fiskifréttir.

Íslendska havstovan fer at leita eftir lodnu í januar. Tá fæst at vita, um lodnufiskiskapurin kann takast uppaftur.

Føroyar hava loyvi til at fiska fimm prosent av íslendsku lodnukvotuni, tó í mesta lagi 30.000 tons. Men eingin lodnukvota hevur verið seinastu árini, tí lodnan er horvin.

Nú tykist hon tó vera komin aftur. Hon kemur norðaneftir móti Íslandi. Trolarar, sum fiska við Ísland, hava eisini boðað frá lodnu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775