Skulu eisini gjalda fyri koronukanning næsta ár

Skulu eisini gjalda fyri koronukanning næsta ár
Lógin, sum annars skuldi fara úr gildi á nýggjárinum, skal leingjast til 31.mars
Ferðafólk, sum koma til Føroya, skulu eisini allan fyrsta ársfjórðing í 2021 gjalda 312 kr. fyri koronukanning
 
09.12.2020 - 08:46

Ferðafólk, sum koma til Føroya, skulu eisini allan fyrsta ársfjórðing í 2021 gjalda 312 kr. fyri koronukanning. 

Lógin, sum annars skuldi fara úr gildi á nýggjárinum, skal leingjast til 31.mars næsta ár. 

Uppskot um tað kom úr landsstýrinum í løgtingið í gjár.

Lógin er galdandi fyri ferðandi, sum eru 12 ár ella eldri.

Flutningsfyritøkurnar ella umboð teirra krevja pengarnar frá ferðafólki og kunnu taka sær ómaksgjald fyri tað.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334