Útvarpsdokumentarur: Gomul grøv funnin í Vestmanna

Útvarpsdokumentarur: Gomul grøv funnin í Vestmanna
Ein elligomul grøv er funnin í Vestmanna, har fleiri sjórænarar blivu hongdir í 1615. Útvarpsdokumentarur roynir at samantvinna báðar søgurnar
 
16.12.2020 - 13:16

Tá Finnbogi Joensen gróv út í túninum í sjeytiárunum, kom ein elligomul grøv undan kavi.

Hann fann ongantíð útav, hvør lá í henni. Seinni frættist, at skjøl finnast í Havn, sum vísa, hvør hevur ligið í henni.

Tað sigst, at bølmenni sluppu ikki í kristna jørð.

Tí kann vera, at grøvin, sum liggur langt frá kirkjugarðinum í Vestmanna, kann knýtast til ein stóran sjórænarabardaga, sum var á Vestmanna í 1615.

Útvarpsdokumentarur: Grøvin undir grøna manninum

Sjórænarar blivu hongdir

Tann søgan snýr seg um danska admiralin, Jørgen Daa, som í 1615 kemur til Føroya við tveimum stórum herskipum at leita eftir tveimum kendum sjórænarum, ávíkavist Tucker og Mendoza, kapteini. Hesir báðir hava herjað í Norðuratlantshavinum og rænt í bygdum í Føroyum og Íslandi.

Tað endar við einum stórum bardaga, har kúlurnar flúgva upp um oyruni á vestmenningum. Fleiri sjórænarar verða skotnir, nakrir flýggja til Havnar, og restin verður hongd á einum gálga við sjóvarmálan í Vestmanna.

Dýrgripur liggur goymdur í Vestmanna

Kringvarpið hevur gjørt útvarpsdokumentar, har roynt verður at leggja meira kjøt á báðar søgurnar og møguliga samantvinna tær.

Samstundis kemur fram, at ein dýrgripur møguliga skal liggja onkrastaðni í moldini nærhendis grøvina. Talan skal vera um ein skatt, sum ein vestmannabóndi hevur grivið niður fyri at sjórænararnir ikki skulu fáa hendur á virðunum. Bóndin nær ongantíð at grava skattin upp aftur, tí hann verður dripin av sjórænarunum.

 

Útvarpsdokumentarurin, Grøvin undir grøna manninum, verður sendur hósdagin kl. 17, men kann longu hoyrast á netinum:

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205760
Týsdag 17. mars
Morgunlestur týsdagur 17.mars 2026
205617
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Mánadag 16. mars
Norðurljóð 16.mars 2026
205382
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. mars
Valkøn, mánakvøldið 16.mars
205758
Týsdag 17. mars
APO00161 - teknmálstulkað
205757
Týsdag 17. mars
Andgletturin - Tjóðveldi
205756