Vilja ikki hava koppingarevni úr USA og Bretlandi

Vilja ikki hava koppingarevni úr USA og Bretlandi
Iran er í ferð við at menna sína egnu vaksinu, og royndir við fólkum vórðu gjørdar síðst í desember
 
08.01.2021 - 10:50

Iranski leiðarin, Ayatollah Ali Khamenei, hevur sett iranska tinginum forboð fyri at innflyta Covid-19 koppingarevni úr USA og Bretlandi.

Í eini sjónvarpaðari røðu segði Ali Khamenei, at "um amerikanarar vóru førir fyri at framleiða eina vaksinu, høvdu teir ikki havt eina sovorðna koronovirus-fiasko í sínum egna landi."

Iran er í ferð við at menna sína egnu vaksinu, og royndir við fólkum vórðu gjørdar síðst í desember.

Ali Khamenei segði eisini, at Iran kann fáa vaksinu frá øðrum "álítandi støðum."

Hann segði einki um, hvørji hesi støðini eru, men Kina og Russland eru bæði sameind hjá Iran, skrivar Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392