Sambýlið á Mýrini einmælt samtykt

Sambýlið á Mýrini einmælt samtykt
Pláss verður fyri 18 fólkum á heiminum, sum skal kosta í mesta lagi 48 milliónir kr.
Pláss verður fyri 18 fólkum á sambýlinum á Mýrini í Hoyvík
 
21.01.2021 - 15:23

Løgtingið hevur einmælt samtykt at byggja sambýli á Mýrini í Hoyvík fyri í mesta lagi 48 milliónir kr.

27 atkvøður vóru fyri. Uppskotið skal hava eina viðgerð aftrat, og hon verður týsdagin 26. januar

Øll fíggjarnevndin tók undir við uppskotinum hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinnu.

Nevndin sigur, at raksturin hjá sambýlinum fer at kosta góðar 9,6 mió. kr. netto.

Stórur tørvur

Fíggjarnevndin sigur, at hon enn einaferð hevur fingið at vita, at bíðilistin er langur eftir búplássi til fólk við menningartarni í Havn. 

Tað er tí átrokandi at útvegað fleiri bústaðir til fólk við menningartarni so skjótt sum tilber, sigur nevndin.

Á Mýrini verður pláss fyri 18 fólkum.

Jørðarbeiðið á Mýrini í Hoyvík er boðið út.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040