170 skúlanæmingar fáa sertilboð

170 skúlanæmingar fáa sertilboð
Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur svaraði Jóhannisi Joensen, løgtingsmanni, um lærarar og næmingar við serligum avbjóðingum
Jenis av Rana, landsstýrismaður, sigur, at læraraútbúgvingin verður eisini endurskoðað
 
25.01.2021 - 09:53

Nú eru níggju sertilboð til skúlanæmingar við serligum avbjóðingum.

170 næmingar fáa hesi sertilboð. Aftrat hesum tilboðum er serligt skipað tilboð í Havn.

Tað eitur Lopfjølin og er ætlað børnum, sum hava ilt við at fara í skúla. 

12 børn eru í Lopfjølini. Í skúlanum á Trøðni eru 55 næmingar.

Kunnu velja sernámsfrøði

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur svarað spurningum frá Jóhannisi Joensen, løgtingsmanni, um lærarar og næmingar við serligum avbjóðingum. 

Landsstýrismaðurin sigur, at fólk kunnu velja sernámsfrøði, tá ið tey læra til lærara. Men øll fáa eisini innlit í sernám.

Hann fer at seta seg í samband við Fróðskaparsetrið um, hvussu sernámsfrøði verður skipað, bæði sum partur av læraraútbúgvingini og sum eftirútbúgving. 

Læraraútbúgvingin verður eisini endurskoðað, sigur Jenis av Rana.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342