Halda fram sum minnilutasamgonga

Halda fram sum minnilutasamgonga
Landstingsval verður ikki í Grønlandi á hesum sinni
Kim Kielsen, landsstýrisformaður, og Vittus Qujaukitsoq, formaður í Nunatta Qitornai, á tíðindafundi í Nuuk seinnapartin
Mynd: Sermitsiaq  
 
08.02.2021 - 16:07

Landsstýrissamgongan í Grønlandi heldur fram sum minnilutasamgonga.

Tað sigur Kim Kielsen, landsstýrisformaður, eftir at Demokratarnir fyrr í dag boðaðu frá, at teir fara úr samgonguni.

Demokratarnir, sum upprunaliga vóru stuðulsflokkur hjá landsstýrinum, men síðani mai i fjør hava verið partur av landsstýrissamgonguni, heittu á Kim Kielsen um at skriva út nýval.

Tað verður so ikki gjørt í hesum umfari. Siumut og flokkurin Nunatta Qitornai halda fram sum minnilutastýri. 

Siumut og Nunatta Qitornai býta málsøkini, sum Demokratarnir hava havt í landsstýrinum, millum sín.

Kim Kielsen fer nú eisini at umsita uttanríkis- og orkumál.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775