Riggar betur tá longri tíð er millum prikini

bannari
Riggar betur tá longri tíð er millum prikini
Nýggjar kanningar vísa, at koppingarevnið fyri COVID-19 frá AstraZeneca riggar betur, um tað gongur longur tíð millum fyrra og seinna prikið
 
20.02.2021 - 10:32

Nýggjar kanningar vísa, at koppingarevnið fyri COVID-19 frá AstraZeneca riggar betur, um tað gongur longur tíð millum fyrra og seinna prikið.

Koppingarevnið frá AstraZeneca er lættari at handfara enn tað frá Pfizer/Biontech og Moderna, tí tað ikki skal haldast kalt, men kanningar hava víst, at tað ikki riggar líka væl og hini. 

Fleiri lond avmarka nýtsluna

Fleiri lond, millum annað Danmark, hava avmarkað nýtsluna av AstraZeneca-koppingarevninum til bara at vera latið fólki sum eru 65 ár og yngri, tí ivasamt er um koppingin hevur nakran virknað á eldri fólk. 

Nú vísa fýra ymiskar kanningar, sum eru almannakunngjørdar í tíðarritinum The Lancet, at koppingarevnið frá AstraZeneca riggar betur um í minst lagi tríggir mánaðir eru millum fyrra og seinna prikið ístaðin fyri seks vikur. 

Kanningarnar eru gjørdar í Stóra Bretlandi, Brasil og Suðurafrika. AstraZeneca er góðkent í ES og í Danmark, men enn hava vit í Føroyum bara fingið koppingarevni frá heilivágsfyritøkuni Pfizer. 

Koppingin gevur eftir bæði prikini 66,7 prosent vernd fyri COVID 19.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. februar
Upp á tá - 270226
204967
Leygardag 28. februar
Jambalaja - 280226
204966
Leygardag 28. februar
Vikan 28. februar 2026
204961
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 28. februar
Anna Maria 1807 - teknmálstulkað
204955
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204954
Fríggjadag 27. februar
Veðrið
204947
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204916
Hósdag 26. februar
Brellbiti: Hoydalar
204735