Familjudepil á Landssjúkrahúsinum seinni í ár

Familjudepil á Landssjúkrahúsinum seinni í ár
Nýggi depilin er ein sameining av føðideildini, barnadeildini og barna- og ungdómspsykiatriini
Nú verður familjudepil stovnaður á Landssjúkrahúsinum
 
24.03.2021 - 15:46

Nú verður ein nýggjur familjudepil skipaður á Landssjúkrahúsinum.

Sjúkrahúsleiðslan hevur í eina tíð arbeitt við at skipa nýggja familjudepilin, sum nú verður settur á stovn.

Nýggi depilin er ein sameining av føðideildini, barnadeildini og barna- og ungdómspsykiatriini, sigur Landssjúkrahúsið.

Frá gitnaði til 18 ára aldur

Endamálið við familjudeplinum er at stuðla undir alla tilgongd hjá barnafamiljum, børnum og ungum - frá gitnaði, til barnið er 18 ár.

Allar barnakonur, børn og ung fáa á hendan hátt viðgerð á sama depli, sigur sjúkrahúsleiðslan í tíðindaskrivi.

Landssjúkrahúsið vil við deplinum skapa eitt umhvørvi, har dentur verður lagdur á tvørfakliga fyribyrging, stuðul, kanning, viðgerð, uppfylging og trivna.

Miðað verður eftir, at nýggi familjudepilin verður settur á stovn í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213