Sleppa at landa svartkjaft uttanlands

Sleppa at landa svartkjaft uttanlands
Ein kunngerð er komin í gildi, sum gevur undantak frá at landa svartkjaft í Føroyum til og við 15.juni
Føroysk skip landaðu 78.300 tons av svartkjafti uttanlands í fjør
 
23.04.2021 - 08:47

Aftur í ár sleppa føroysk skip at landa svartkjaft uttanlands.

Ein kunngerð er komin í gildi, sum gevur undantak frá at landa svartkjaft í Føroyum til og við 15.juni.

Undanfarin ár er hetta loyvið givið, tí tíðin at bíða eftir at sleppa framat at landa í Føroyum hevur verið ov drúgv.

Føroysk skip landaðu 78.300 tons av svartkjafti uttanlands í fjør.

Í 2019 landaðu føroysk skip 46.700 tons av svartkjafti uttanlands og góð 39.000 tons í 2018.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026