Hondbóltslandsliðið nýggjan venjara

Hondbóltslandsliðið nýggjan venjara
Fyrrverandi hjálaprvenjari hjá Danmark, Peter Bredsdorff-Larsen, verður nýggjur A-landsliðsvenjari hjá hondbóltslandsliðnum við monnum frá 1. juli
Fyrrverandi hjálaprvenjari hjá Danmark, Peter Bredsdorff-Larsen, verður nýggjur A-landsliðsvenjari
 
30.04.2021 - 12:47

Peter Bredsdorff-Larsen verður nýggjur A-landsliðsvenjari hjá hondbóltslandsliðnum við monnum. Hjálparvenjari verður Lars Møller, skrivar Hondbóltssamband Føroya.

Sáttmálarnir hjá Sonni Larsen og Dia Midjord enda í juni, og eftir hetta tekur nýggi venjarin við.

Peter Bredsdorff-Larsen hevur seinastu sjey árini verið venjari hjá mansliðnum hjá Bjerringbo-Silkeborg í bestu donsku deildini. 

53 ára gamliu danin hevur drúgvar royndir í altjóða hondbólti. Hann hevur millum annað verið hjálparvenjari hjá danska landsliðnum við monnum frá 2005 til 2015, tá liðið vann fleiri endaspøl. Í donsku kappingini hevur hann millum annað vunnið eitt danmarksmeistaraheiti. Tað var við Bjerringbo-Silkeborg í 2016.

Føroyska landsliðið hevur tveir dystir eftir at spæla í EM-undankappingini. Annar verður í kvøld móti Kekkia og hin verður sunnudagin móti Russlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt við Hjalgrim Fonsdal Højgaard
215339