Minni viðkvæmt enn hildið

bannari
Minni viðkvæmt enn hildið
COVID-19-koppingarevnið hjá Pfizer kann nú goymast í ein mánað, um tað verður goymt kalt, til dømis í køliskápi
 
19.05.2021 - 06:11

Tað upplýsir evropeiski heilivágsstovnurin, EMA, sum nú eisini broytir vegleiðingina fyri hvussu koppingarevnið kann goymast. Tað skrivar BBC.

Higartil hevur verið mett, at COVID-19-koppingarevnið hjá heilivágsframleiðaranum, Pfizer, bara hevur hildið sær í fimm dagar niðurkølt. 

Hetta kann fáa týdning fyri útbreiðsluna av koppingarevninum, tí gomlu leiðreglurnar gjørdu tað torført at brúka koppingarevnið ymsastaðni í heiminum.

Koppingarevnið hjá heilivágsfyritøkuni, Pfizer, er tað, sum hevur verið brúkt í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334