Isaac Herzog nýggjur forseti í Ísrael

Isaac Herzog nýggjur forseti í Ísrael
Herzog, sum hoyrir til arbeiðaraflokkin, hevur verið ráðharri, m.a. í stjórnini hjá Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra
Isaac Herzog verður nýggjur forsætisráðharri í Ísrael
 
02.06.2021 - 15:08

Isaac Herzog úr arbeiðaraflokkinum er valdur til nýggjan forseta í Ísrael. 

Tað skrivar AFP.

Hann tekur við eftir Reuven Rivlin.

Valið stóð millum Isaac Herzog og læraran, Miriam Peretz. Hevði Peretz vunnið, hevði hon verið fyrsti kvinnuligi forseti í Ísrael.

Tikin í eið 9. juli

Nýggi forsetin verður tikin í eið 9. juli.

Herzog hevur sitið í tjóðartinginum síðani 2003, og var ráðharri 2005 til 2011, m.a. í stjórnini hjá Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra.

Isaac Herzog er fyrsti forseti í landinum, hvørs pápi eisini hevur verið forseti. 

Pápi hansara, Chaim Herzog, var forseti frá 1983 til 1993.

Miriam Peretz stillaði eisini upp til forsetavalið í Ísrael, men hon tapti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Eitt korter við kórtónleiki
207359
Týsdag 21. apríl
Breddin: Útbjóðing í kommunum
207354
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254