Ravmagnsútbúnaður í køkinum sendur til Danmarkar

Ravmagnsútbúnaður í køkinum sendur til Danmarkar
Brandteknikarar hjá politinum vóru í Sandvík mánadagin
Sethúsini í Sandvík brunnu í grund, og tveir bilar fóru eisini í eldrinum
Mynd: Suðuroyarportalurin  
 
03.06.2021 - 09:57

Ravmagnsútbúnaður, sum varð funnin í brunatoftini í Sandvík, er sendur til Danmarkar, har hann skal kannast.

Eini sethús í Sandvík brunnu í grund seinnapartin fríggjadagin 21. mai. Tveir bilar fóru eisini í eldinum, og grannahúsini fingu skaða av hitanum.

Fimm fólk búðu í húsunum, men bara eitt teirra, ein maður, var inni, tá eldur kom í. Maðurin slapp út í øllum góðum.

Brandteknikarar hjá politinum vóru í Sandvík mánadagin. Teir tóku ravmagnsútbúnað, ella elinnstallatiónir, sum vóru í køkinum, og sendu til Danmarkar til kanningar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025