Korona tekur dik á seg - 10 tilburðir í gjár

Korona tekur dik á seg - 10 tilburðir í gjár
Ógreitt er, hvussu tveir persónar eru smittaðir
 
07.07.2021 - 14:56

10 nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár.

Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Í sjey førum er talan um eina kenda smittuketu.

Tað er ógreitt, hvussu tveir persónar eru smittaðir.

Seinasti tilburðurin bleiv staðfestur við komu til Føroya.

1518 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið. Tilsamans eru nú gjørdar 320.045 kanningar.

803 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 768 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru 34 persónar smittaðir við koronu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129