RUV og Morgunblaðið: Gylfi er undir illgruna fyri ágang móti børnum

RUV og Morgunblaðið: Gylfi er undir illgruna fyri ágang móti børnum
Størstu íslendsku miðlarnir, RUV og Morgunblaðið, nevna nú íslendsku stjørnuna í Everton, Gylfi Sigurðsson, sum PL-spælarin, ið er undir illgruna fyri ágang móti børnum
Størstu íslendsku fjølmiðlarnir, Morgunblaðið og RUV, nevna nú Gylfi Sigurðsson sum PL-leikari, sum er undir illgruna fyri ágang
 
20.07.2021 - 12:30

BBC og aðrir bretskir miðlar skriva í dag um, at ein kendur, 31 ára gamal fótbóltsspælari, sum spælir í Premier League, er handtikin og undir illgruna fyri ágang móti børnum. 

Tað var løgreglan í Greater Manchester, sum handtók mannin fríggjadagin. 

Størstu íslendsku miðlarnir, RUV og Morgunblaðið, nevna nú liðskiparan á íslendska landsliðnum og í enska felagnum Everton, Gylfi Sigurðsson, sum leikarin, ið varð handtikin fríggjadagin, men síðani er leyslatin móti veðhaldi. 

Sambært enskum miðlum, so hevur Everton leikbannað Gylfa Sigurðsson, og felagið sigur eisini, at tað fer at samstarva við løgregluna í kanningararbeiðinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358