HB vann 4-0

HB vann 4-0
Føroyameistarin HB fekk eitt sera gott útgangsstøði til seinna dystin í UEFA Conference League, tá HB smurdi Buducnost Podgorica úr Montenegro av 4-0 á Ovara vølli í Gundadali
Michal Przybylski gjørdist dagsins maður hjá HB við tveimum málum
Mynd: HB á Facebook  
 
22.07.2021 - 22:28

HB tykist trívast betur, nú liðið aftur sleppur at spæla á góða gamla Ovara vølli í Gundadali, sum hevur fingið nýtt graslíki. 

Í øllum førum smurdi HB Buducnost Podgorica úr Montenegro av í fyrra dystinum í UEFA Conference League kappingini í kvøld. 

Dysturin endaði 4-0 til HB. 

MYNDIR: Rakul Hansen / HB á Facebook

HB

 

Alt avgjørt upp á eitt korter

Tað gekk tó ein løta, áðrenn HB fekk glið á, tí tað var ikki fyrr enn í síðsta minutti av fyrra hálvleiki, at Michal Przybylski legði vertirnar á odda, tá hann hegnisliga setti bóltin í málið dygst inni við stólpan eftir eitt innlegg úr vinstru. 

Í grundini avgjørdi HB alt upp á eitt korter, tí tá 16 minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, stóð 4-0 á máltalvuni á Ovara vøllin í Gundadali. 

Michal Przybylski var aftur upp á spæl í 47. minutti, tá hann gjørdist leysur í brotsteiginum, og skeyt bóltin inn við handara stólpa. 

Pætur Petersen skoraði kanska vakrasta málið til 3-0 í 58. minutti.

Og í 66. minutti fekk HB brotsspark, sum Daniel Johansen setti trygt, og eitt sindur frekt, í netið. 

 

Tóktist ikki so stórur munur á

Suni Merkistein segði frá dystinum í útvarpinum, og hann sigur um dystin, at dysturin ikki tóktist so ójavnur, sum úrslitið bendir á. 

Gaman í, var HB tað vandamiklari liðið, men tað var lítið í fyrra hálvleiki, ið bendi á, at tað fór at koma eitt skrædl. 

Kanska var tað fyrsta málið, ið gjørdi, at HB-spælararnir fingu meira pláss. Og kanska gjørdi innskiftingin av Hilmari Leon í hálvleikinum eisini, at HB fekk betri tak á frammi á vøllinum. 

Í øllum førum var Hilmar Leon við í nógvum í seinna hálvleiki. 

So niðurstøðan er, at hóast liðið úr Montenegro ikki var "fyri nothing", sum tikið verður til, so má nú má fara at bragda hjá HB í evropeiskum fótbólti. 

Útgangsstøðið til seinna dystin á útivølli í Montenegro týskvøldið kundi ikki verið betri. 

>>FRÁLÍKU MYNDIRNAR FRÁ DYSTINUM TÓK RAKUL HANSEN OG KUNNU SÍGGJAST Á FACEBOOK VANGANUM HJÁ HB

 

HB - Buducnost Podgorica 4-0 (1-0)

1-0 Michal Przybylski 45' 
2-0 Michal Przybylsk 47'
3-0 Pætur Petersen 58'
4-0 Daniel Johansen 66'

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439