Millummaður fekk hálvt annað ára fongsul

Millummaður fekk hálvt annað ára fongsul
Maðurin tók við dóminum
 
20.08.2021 - 14:46

Føroya Rættur hevur dømt ein føroyskan millummann í rúsevnaumhvørvinum hálvt annað ára fongsulsrevsing. Maðurin tók við dóminum.

Maðurin hevur sitið varðhaldsfongslaður í níggju mánaðir.

Hann varð upprunaliga ákærdur fyri 33 ymisk brot á revsilógina.

Ákæruvaldið kravdi trý ár

Ákærumyndugleikin kravdi trý ára fongsulsrevsing, meðan verjin helt eitt árs revsing ella í mesta lagi hálvt annað ár vera nóg mikið.

Tað er ikki greitt, um ákæruvaldið fer at kæra dómin.

Maðurin hevði samband við málið, har ein annar maður var farin undir at framleiða amfetamin í stórum nøgdum í einari bygd í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329