Kunnu nú fiska makrel í norskum sjógvi

Kunnu nú fiska makrel í norskum sjógvi
Makrelurin, sum verður fiskaður í norskum sjógvi, kann landast í Noregi
Uppsjóvarskipini, sum fiska makrel í norskum sjógvi, kunnu landa hann í Noregi
 
25.08.2021 - 08:45

Kunngerðirnar um føroyskan makrelfiskiskap í norskum sjógvi og norskan makrelfiskiskap í føroyskum sjógvi eru nú komnar.

Føroyar og Noreg gjørdu 16. juli avtalu um makrelin. 

Við avtaluni fingu Føroyar møguleikan at fiska helmingin av føroysku makrelkvotuni í ár í norskum sjógvi. Talan er um 83.524 tons.

Og Noreg fekk rætt til at fiska somu nøgd í føroyskum sjógvi. 

Føroysku skipini kunnu landa makrelin, sum tey fiska í norskum sjógvi, í Noregi. Hann er undantikin kravinum um føroyskan bryggjukant.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Nýtt ljóð
214119
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026