- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kunngera skjøl um yvirgangsatsóknina 11. september

Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur givið løgmálaráðnum og øðrum myndugleikum boð um at gjøgnumganga loynilig skjøl hjá samveldisløgregluni FBI um yvirgangatsóknina 11. september í 2001.
20 ár eftir yvirgangsatsóknina ætlar forsetin at lata almenningin sleppa at síggja skjølini, sum hann lovaði í valstríðnum upp undir forsetavalið, verður sagt úr Hvítu húsunum.
Joe Biden hevur leingi verið undir trýsti frá avvarðandi hjá teimum umleið 3.000 fólkunum, sum doyðu í yvirgangsatsóknini 11. september 2011.
Saudiarabia uppií
Tey hava leingi kravt at fáa skjølini almannakunngjørd, tí skjølini kunnu prógva, at saudiarabiskir myndugleikar vóru uppi í yvirgangsatsóknini, siga tey avvarðandi.
Saudiarabia hevur víst aftur, at tað hevði nakað við yvirgangsatsóknina at gera.
Skjølini verða leysgivin í stigum, og seinastu skjølini verða almannakunngjørd um eitt hálvt ár, eru boðini úr Hvítu húsunum.


























