Peningur settur av at dagføra tunlar

Peningur settur av at dagføra tunlar
Bergholini eru gjørd sambært teimum krøvum, sum vóru galdandi, tá tey vóru gjørd
Einki berghol er beinleiðis ótrygt, men nógv eru ikki dagførd.
 
28.09.2021 - 09:44

Sambært Landsverki er einki berghol í Føroyum beinleiðis ótrygt.

Bergholini eru gjørd sambært teimum  krøvum, sum vóru galdandi, tá tey vóru gjørd.

Men nógv teirra eru ikki dagførd, so tey hóska til ferðsluna og dagførd trygdarkrøv.

Einki berghol er tó beinleiðis ótrygt.

Peningur á langtíðarløguætlanini

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sum hevur svarað Jóhannisi Joensen, løgtingsmanni, sum spurdi um millum annað tilbúgvingina í Kollafjarðartunlinum.

Landsstýrismaðurin sigur, at í langtíðarløguætlanini hjá landinum eru pengar til at dagføra Kollfjarðartunnilin og Leirvíkstunnilin.

Tilbúgvingarætlan er gjørd fyri øll nýggju bergholini og tey flestu gomlu.

Tá nýggir tunlar vera bygdir, ella verandi tunlar verða dagførdir, fylgir Landsverk norskum krøvum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334