Skráseta ferðslumynstrið í Miðvági

Skráseta ferðslumynstrið í Miðvági
Eitt termiskt myndatól er sett upp við ellisheimið Vesturvón
Vága kommuna fer nú at skráseta ferðslumynstrið í Miðvági, men kommunan vissar um, at myndatólið vísir ikki, hvør bilurin ella fólkið er.
 
08.10.2021 - 15:29

Vága kommuna er farin undir royndarverkætlan at skráseta ferðslumynstrið í Miðvági fyri at síggja, hvar møguligir trupulleikar í ferðsluni eru, nær á degnum mest ferðsla er, og hvussu skjótt tey koyra. 

Eisini er møguligt at skráseta ferðamynstrið hjá fólki, sum ganga og súkkla, og møguligar vandar á leiðini, skrivar Vága kommuna.

Eitt termiskt myndatól er sett upp við ellisheimið Vesturvón. 

Myndatólið skrásetur ferðslu og mátar ferð. 

Skrásetur tal á bilum

Myndatólið vísir ikki hvør bilurin ella fólkið er, men skrásetur tal á bilum, um tað er bleyt ella tung ferðsla, og hvussu skjótt koyrt verður, vissar kommunan um.

Kanningin kann geva kommununi verulig tøl og dátur um ferðslumynstrið á staðnum, har børn og ungu ganga í skúla hvønn dag. 

Royndarverkætlanin varar í umleið fýra mánaðir, og er tann fyrsta av sínum slag í Føroyum.

Hon fylgir reglum hjá Dátueftirlitinum, skrivar Vága kommuna.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Hósdag 7. mai
RagnarRokk: Johnny Gioeli um Shout
207511
Hósdag 7. mai
Eitt korter við
208021
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947