Brasilski forsetin skal ákærast fyri brotsverk móti mannaættini

Brasilski forsetin skal ákærast fyri brotsverk móti mannaættini
Meirilutin í eini senatsnevnd mælir til at ákæra forsetan fyri handfaringina av koronu
Ein senatsnevnd í Brasilia sigur, at Jair Bolsonaro, forseti, eigur at verða ákærdur fyri lógarbrot í fleiri førum.
Mynd: RitzauScanpix  
 
27.10.2021 - 09:12

Ein nevnd í brasilska senatinum hevur kannað, hvussu Jair Bolsonaro, forseti, hevur handfarið koronu, og nevndin sigur í niðurstøðuni, at forsetin eigur at vera ákærdur fyri lógarbrot í fleiri førum.

Tað skrivar AP.

Sjey av limunum í serligu nevndini mæla til, at forsetin verður ákærdur, meðan fýra limir atkvøddu ímóti at góðkenna frágreiðingina, sum varð almannakunngjørd í farnu viku.

Í frágreiðingini verður mælt til, at forsetin verður ákærdur fyri ólógliga at hava nýtt almennar pengar, at hann skal hava mælt til kriminalitet og ikki minst fyri brotsverk ímóti mannaættini.

Brasilski ríkisadvokaturion fær frágreiðingina í dag, sigur senatorurin, Omar Aziz, sum var formaður í kanningarnevndini.

Bolsonaro hevur sjálvur sett ríkisadvokatin í starv, og tí er óvist, um forsetin verður ákærdur.

Yvir 600.000 fólk í Brasilia eru deyð av koronu.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. februar
Morgunlestur mánadagur 2.februar 2026
203551
Sunnudag 1. februar
Møti í Lívdini
203560
Sunnudag 1. februar
EM-tíðindi - 1. feb 2026
203550
Sunnudag 1. februar
Ættirnar syngja og suða
203544
Sunnudag 1. februar
Bolero
203545
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563
Sunnudag 1. februar
Andakt
203561
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450