Sjónveik og blind skulu royndarkoyra bíleggingarskipanina

Sjónveik og blind skulu royndarkoyra bíleggingarskipanina
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Una Rasmussen, løgtingsmanni
Uni Rasmussen, løgtingsmaður, spurdi, um lagt er upp fyri blindum og sjónveikum í nýggju bíleggingarskipanini hjá Strandferðsluni.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.10.2021 - 15:31

Strandferðslan hevur biðið Sjóndepilin um ráðgeving í sambandi við menningartilgongdina av bíleggingarskipanini.

Ætlanin er, at sjónveik og blind skulu royndarkoyra skipanina. Strandferðslan fær eisini ráðgeving frá kt-mennara, ið fyrr hevur ment skipanir, ið taka atlit at serliga tørvinum hjá fólki, ið bera brek.

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í svari til Una Rasmussen, løgtingsmann, sum hevur spurt um málið. 

Jørgen Niclasen sigur, at høvuðsendamálið hjá Strandferðsluni er at veita somu tænastu til allar borgarar í landinum, og at allir skipanir í mest møguligan mun eisini taka atlit at tørvinum hjá teimum, sum bera brek. 

Strandferðslan hevur gott samstarv við Megd, og hevur fyrr biðið um ráðgeving og eftirmeting, eitt nú í sambandi við útbjóðing av Bygdaleiðum og byggingina av Erlu Kongsdóttir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809