- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fiburnet í Funningi skal fíggja standmynd av Grími Kamban
Fá eru óivað tey, ið vita, at Funningur hevur havt egið fiburnet og egið fiburnet felag, Rás Funningur, síðani 2007.
Hetta kemur fram í sambandi við býráðsfundin í Runavík í kvøld.
Tað var í samband við, at nýggj vatnleiðing varð gjørd í 2007, at Funnings kommuna legði fipurnet í sama grevsturin til øll hús í bygdini og stovnaði Rás Funningur fyri skattaðar pengar.
Landafrøðiliga staðsetingin av bygdini, umgird av høgum fjøllum, hevði ta avleiðing, at trupult var at fáa vanlig sjónvarpað signal niður í bygdini.
Rás Funningur enn virkin
Rás Funningur er framvegis virkið, og fiburið hevur higartil bert verið brúkt til sjónvarpsrásirnar.
Nú tørvurin á breiðbandi og breiðbandsferð er vaksin, hava funningsfólk vent sær til kommununa um, hvussu bygdin kann fáa betri internetsamband.
Runavíkar kommuna hevur tí samráðst við Pf. Net hjá Føroya Tele um, hvussu funningsfólk frameftir kundu fáa fyrstafloks breiðband umvegis fipurnetið hjá kommununi.
NET yvirketur Rás Funningur
Partarnir eru komnir ásamt um, at NET yvirtekur fiburnetið í Funningi og rindar kommununi 265.000 kr. fyri tað.
Táið fæið úr fipursáttmálanum er avleiðing av skattaðum peningi í gomlu Funnings kommunu, hevði tað verið hóskiligt, at bygdin onkursvegna fær nyttuna burturúr sínum egna fæi.
Fíggjarnevndin hjá Runavíkar kommunu mælir býráðnum at taka undir við keypssáttmálanum, og at søluupphæddin verður latin Funnings bygdarfelag til arbeiðið at reisa eina standmynd av Grími Kamban í bygdini.
Funnings Bygdarfelag hevur valt Jóanis Erik Køtlum til formann í verkætlanarbólkinum, sum skal fremja verkætlanina. Hinir í nevndini eru Jóanes Johannessen og Rodmundur Nielsen.
Listamaðurin er funnin, og er hann farin undir at gera standmyndina, og hartil hevur Runavíkar kommuna keypt jarðargeiran, har sum standmyndin skal setast og standa.