Miðstovnurin verður verandi í Kongagøtu í Havn

Miðstovnurin verður verandi í Kongagøtu í Havn
Tórshavnar kommuna hevur tikið áheitanina frá foreldraráðnum í Miðstovninum til eftirtektar, og Miðstovnurin verður tí verandi í Kongagøtu
Savnsmynd
 
19.11.2021 - 12:00

Annfinn Brekkstein, formaður í mentanarnevndini í Tórshavnar kommunu, sigur, at kommunan hevur tikið áheitanina frá foreldraráðnum í Miðstovninum til eftirtektar, og Miðstovnurin verður tí verandi í Kongagøtu í Havn. 

Fyrr í vikuni varð skriv sent til Tórshavnar kommunu, har foreldraráðið í barnagarðinum Miðstovnurin fanst at, at kommunan hevði ætlanir um at flyta framhaldsdeildini í Sankta Frans skúla í Miðstovnin at vera, uttan at boða foreldrunum frá.

Nógv rok hevur verið um Miðstovnin seinastu tíðina. Fyrr í ár segði dagstovnaleiðarin í Miðstovninum seg úr starvi, tí arbeiðsumstøðurnar  vóru ótolandi, - m.a. vantandi játtan og vantandi starvsfólk. 

Annfinn Brekkstein vil einki siga um ætlanina, men sigur í stuttari viðmerking við Kringvarpið, at barnagarðurin verður verandi í Kongagøtu, og at kommunan nú arbeiðir við at finna aðra loysn til framhaldsdeildina.


 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846