Kunnu fiska 2500 tons av toski í grønlendskum sjógvi

Kunnu fiska 2500 tons av toski í grønlendskum sjógvi
Føroyar og Grønland hava skrivað undir sínámillum avtalu um fiskiveiðirættindini næsta ár
Føroyar og Grønland hava gjørt fiskirættindaavtalu fyri næsta ár. Føroysk skip kunnu m.a. fiska 2500 tons av toski
 
03.12.2021 - 15:23

Úrslitið av samráðingunum er, at føroysk skip kunnu fiska 2500 tons av toski í grønlendskum sjógvi, 475 tons av brosmu og 325 tons av svartkalva.

Føroysk skip sleppa eisini at vera við í royndarfiskiskapi eftir toski og øðrum botnfiski og djórum á norðaru leiðunum í Eysturgrønlandi, umframt eina royndarkvotu eftir krabba upp á 500 tons.

Afturfyri sleppa grønlendsk skip at fiska 6500 tons av norðhavssild og 14700 tons av svartkjafti í føroyskum sjógvi. 

Hetta er alt á sama stigi sum avtalan fyri í ár.

Fiskimálaráðið upplýsir, at einasta broytingin í avtaluni fyri í ár er, at grønlendsk skip sleppa at fiska 1000 tons minni av svartkjafti í føroyskum sjógvi, av kvotuni, sum grønland fær gjøgnum NEAFC.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391