Fáir tilburðir av seinárini av koronu

Fáir tilburðir av seinárini av koronu
Fleiri enn 30.000 børn í Danmark, í aldrinum 0 til 17 ár, eru kannað
Kanningin er gjørd á universitetssjúkrahúsunum í Aarhus og í Aalborg og á barna- og ungdómsdeildini á sjúkrahúsinum í Herning. 
 
14.12.2021 - 10:30

Fá børn fáa seinárin av at hava verið smittað við covid-19. 

Tað staðfestir nýggj donsk kanning, sum er gjørd á universitetssjúkrahúsunum í Aarhus og í Aalborg og á barna- og ungdómsdeildini á sjúkrahúsinum í Herning. 

Vanligastu seinárinini av koronusmittuni eru m.a. niðursettur luktisansur og smakkisansur og møði.

Men sambært donsku kanningini, eru tað bara 0,8 prosent av smittaðum børnum, sum hava sjúkueyðkenni longur enn fýra vikur eftir smittu. Og hjá flestu teirra eru eyðkennini horvin eftir fimm mánaðum, skrivar danska kringvarpið.

30.000 børn kannað

Fleiri enn 30.000 børn, í aldrinum 0-17 ár, vóru við í kanningini. Tað er serliga millum tey yngru børnini, at eingi seinárin eru.

Óvist er, um sama mynstur ger seg galdandi, tá talan er um omikron-frábrigdið. 

- Børnini, ið vit hava kannað, hava havt ymisk sløg av koronu, men av tí at eingi børn í kanningini hava havt omikron, kunnu vit ikki staðfesta, um hetta fyribrigdið ávirkar børn øðrvísi, sigur Luise Borch, lækni, sum hevur staðið fyri kanningini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025