Eingi nýggj landsstýrisfólk, fyrr enn samgongan hevur funnið stevið aftur

Eingi nýggj landsstýrisfólk, fyrr enn samgongan hevur funnið stevið aftur
Fólkaflokkurin fer á fund millum jól og nýggjár, og allarhelst verður einki nýtt at frætta fyrr enn eftir tann fundin. Men samgongan er ikki slitin, sigur tingbólkaformaðurin
Eingin hevur slitið samgonguna, men hon má finna stevið, áðrenn Fólkaflokkurin finnur landsstýrisfólk, sigur Christian Andreasen
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.12.2021 - 14:10

Samgongan heldur saman, tí ongin flokkur hevur slitið samgonguna enn.

Tað sigur Christian Andreasen, tingbólkaformaður fyri Fólkaflokkin, í viðmerking til støðuna.

Floksleiðslan skal á fund millum jól og nýggjár, og allarhelst verður einki nýtt at frætta fyrr enn eftir tann fundin.

Samgongan má finna stevið fyrst

Í løtuni standa tveir landsstýrissessir tómir, eftir at Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir og Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum fóru aftur í tingið mánadagin. 

Tað er floksleiðslan í Fólkaflokkinum, sum skal taka støðu til hvør skal yvirtaka landsstýrssessirnar í almannamálum og fiskivinnumálum.

Tann avgerðin fellur tó ikki fyrr enn stevið í samgonguni er funnið aftur, sigur Christian Andreasen.

Kringvarpið hevur roynt at fingið eina viðmerking frá Jørgeni Niclasen, formanni í Fólkaflokkinum, men tað eydnaðist okkum ikki til hesa tíðindasending.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751