Taliban avtekur valnevnd

Taliban avtekur valnevnd
Valnevndin í Afganistan er tikin av. Tørvur er ikki á eini slíkari, siga umboð fyri Taliban.
Talibanstýrið hevur avtikið valnevndina í landinum
Mynd: Mohd Rasfan/AFP/Ritzau Scanpix  
 
26.12.2021 - 11:04

Valnevndin í Afganistan er tikin av. Tað skriva tíðindastovurnar, Ritzau og AFP.

Eitt umboðsfólk fyri Taliban sigur, at tað er ikki longur tørvur á nakrari valnevnd.

Halim Fidai, ið var politikari í fyrrverandi stjórnini, sigur, at avtøkan av valnevndini hevur eittans endamál. 

- Hetta er ímóti øllum fólkaræðisligum skipanum. Teir koma til valdið við kúlum, ikki við atkvøðum, sigur hann.

Ein av fyrrverandi leiðarunum í valnevndini sigur, at tað merkir, at tað ongantíð verður val í Afganistan. Tað sigur hann við AFP.

Valnevndin í Afganistan hevði sum uppgávum at standa fyri og ansa eftir, at alt gekk rætt fyri seg, tá ið val ella fólkaatkvøða skuldi vera í Afganistan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809